ULCER X liner sokkur 2 pør í pakkanum
SigvarisHesir sokkar eru góðir um tú hevur sár við forbinding á beinunum, tá forbindingin verður hildin væl uppá pláss, tá sokkurin verður rætt brúktur bæði við úr og ílating. Sokkurin er effektivur til smá og miðalstór sár samanborið við bandager.
Ulcer X liner er ein sokkur við kompressión 15 - 20 mmHG, sum ofta er kompressiónin á ferðasokkum. Ulcer X liner kann brúkast saman við Traditional CCL2.
Hesin sokkurin er lættur at lata seg í, so oftast klárar man tað sjálvur uttan hjálp.
Hesir sokkarnir koma í pakkum við tveimum pørum.
Materiali er:
- Polyamide: 62%
- Elastane: 26%
- Cotton: 12%
Sokkarnir eru gjørdir í Sveis
Veljast kann stødd og longd á undirbeini, um tað er stutt ella langt. Langt er áleið frá 38cm longd á undirbeini.