Rosah er stovnað av Mariann P. Garðalíð í 2016. Mariann bleiv liðug sum ergoterapeutur í 1996 og hevur síðan arbeitt sum ergoterapeutur innan heilsuverkið, barnaøkið, eldraøkið og hjálpartólum.

Vit ynskja at veita flest øll hjálpartól, og ymiskt til sansastimbran og venjing av likaminum. Bæði til privatpersónar og stovnar.

Handilin lat upp tann 26. april 2016. Fyrst húsaðust vit á Heiðavegi í Saltangará. Tann 1. juli 2020 flutti handilin yvir á Møttisgil 1 á Skála, har vit húsast nú. 

Eg havi leingi hugsað um at havt ein handil við ráðgeving og hjálpartólum. Eg havi mangan í mínum arbeiði sum ergoterapeutur ynskt, at tað eisini fanst ráðgeving og søla av hjálpartólum á tí privata marknaðinum, sum eg kundi víst fólki á. Tí helt eg, at eg skuldi fara í gongd við Rosah, ráðgeving og søla av hjálpartólum. Eg vóni, at eg við mínum nógvu royndum sum ergoterapeutur kann nøkta henda tørv.


Mariann-p-gardalid

Mariann P. Garðalíð
Ergoterapeutur

Telefon: 22 78 88
Teldupost: rosah@rosah.fo 

Útbúgvin ergoterapeutur í 1996 og arbeitt sum ergoterapeutur innan heilsuverkið, barnaøkið, eldraøkið og hjálpartólum.