RÁÐGEVING OG TÆNASTA
VIÐ RØTTUM LOYSNUM KANN GERANDISDAGURIN GERAST LÆTTARI
ROSAH veitir ergoterapeutiska ráðgeving og kunning um hjálpartól, og tá hugsað verður um nýbygging ella renovering. Hvat er neyðugt at hugsa um, tá øll skulu hava atgongd til ein bygning. Vit veita ráðgeving til byggiharrar og privatfólk um hvat ein eigur at hugsa um í sambandi við plasering av hjálpartólum, eitt nú um atkomu. Eisini viðvíkjandi hurðum og hvat pláss er neyðugt hjá einum koyristóli, tá hugsað verður um vendiradius. Eisini eru grundleggjandi viðurskifti, sum ikki verður gáðað um í sambandi við atkomu og bygningar, sum verða gjørdir í dag - bæði alment og privat.