13.160,00 kr

Máttan kann brúkast til nógv ymisk spøl.

Støddin er 300 x 200 x 25 cm, kann leggjast í helvt.

T.d við at stimbra tann proprioceptiva sansin. Tað er tann sansurin sum ger at vit merkja okkum sjálvi. Og tá ið tann sansurin er stimbraður eru vit rólig og samlaði, og fáa meira yvirskot at konsentrera okkum. Hesin sansurin kann ikki yvirstimulerast. Hjá fleiri børnum er neyðugt at stimbra hendan sansin fleiri ferðir ígjøgnum dagin. Og til tað kann man brúka eina máttu.

Men hvat kann man spæla við einari máttu?

-         Tað ber til at hoppa á máttuna uppá ymiskar mátar. Á ryggin á búkin osv -lat barnið finna uppá.

-         Barnið kann fáa sær renningarferð og so hoppa á máttuna.

-         Um tit hava eina trampolin so kann barnið hoppa av trampolinini og so á máttuna.

-         Um tit hava rimar kann barnið klintra upp í rimarnar og so hoppa niður á máttuna.

-         Hoppa sum ein froskur frá t.d. einum stóli yvir á máttuna

-         Rulla aftur og fram við strektum kroppi eftir máttuni.

-         Bólta rút á máttuni.

 

Lat barnið uppliva at hetta er stuttligt, og lat barnið finna uppá – brúka sítt egna hugflog.

Slíkir aktivitetir kunnu hjálpa barninum at samla seg. Og tá ið barnið er samla fær tað meira yvirskot at konsentrera seg