Søgan


Søgan

Søgan

Rosah er stovnað av Mariann P. Garðalíð í 2016. Mariann bleiv liðug sum ergoterapeutur í 1996 og hevur síðan arbeitt sum ergoterapeutur innan heilsuverkið, barnaøkið, eldraøkið og hjálpartólum.

"Havi leingi hugsað um at havt ein handil við ráðgeving og hjálpartólum. Eg havi mangan í mínum arbeiði sum ergoterapeutur ynskt, at tað eisini fanst ráðgeving og søla av hjálpartólum á tí privata marknaðinum, sum eg kundi víst fólki á. Tí helt eg, at eg skuldi fara í gongd við Rosah, ráðgeving og søla av hjálpartólum. Vóni at eg við mínum nógvu royndum sum ergoterapeutur kann nøkta henda tørv."